Altjóða kvinnudagur 2023

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 09.03.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í gjár, mikudagin 8. mars, vóru næmingar og lærarar í Skúlanum við Løgmannabreyt savnaði til eina hátíðarløtu í námsfrøðiliga deplinum. 

Løtan byrjaði við felagssangi og eftir hetta sang Birita Adela Davidsen 2 opera sangir. Síðan bar Anita, sum gongur í 9. flokki, fram eina røðu. Tiltakið endaði við felagssangi. Fylgispælið hevði Birgit Thomsen, lærari.