Útiskúli í Kýrdali og Hoyvík

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 18.01.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

2023 0118 Útiskúli í Kýrdali og Hoyvík
Kavi var og høgur í ættini, so tað ráddi um at finna eina góða leið við lívd. Vit fóru vit 1'aranum oman til Vegin langa. Gingu so í kavarokinum oman gjøgnum langadal, oman í Kúrdal, hugdu yvir á Hiplingssetrið, gingu niðan á Kýrberg. Nú sleit í og vit høvdu gott útsyni út á Hoyvíkshólm og Hólmasund.

Her var søgan um hoyvíksdreingin Mortan, sum livdi umleið 1650 fortald: 
"Ein hoyvíksdrongur, sum æt Mortan, vildi so fegin sleppa til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Men hann átti ikki fyri ferðina. Sum hann ein dagin stendur á seiðabergi við Hólmasund, kemur Selatraðbóndin rógvandi við sínum monnum á heimferð úr Havn. Bóndin spyr Mortan, um hann kann keypa fisk frá honum. Mortan kastar honum ein fisk inn í bátin. Bóndan kastar tá Mortani pengapungin hjá sær og sigur, her hevur tú fyri ferðina til Danmarkar. Stutt eftir hetta fór Mortan til Kjøpinhavn at læra. Tá ið hann var útlærdur, kom hann aftur til Føroya, gjørdist kommandantur á Skansanum og bygdi Mortansstovu, sum í síni tíð var størsta hús í Havn". 

Síðani gingu vit út í móti Byrgistanga og framvið Heljareyga. Ótu matpakkan og kyndu bál í fjøruni í Hoyvíkini, og kvóðu Flóvin Bænadiktsson. Gingu síðan yvir í Hoydalar. Tóku bussin niðan í Løgmannabreyt og gingu niðan í skúlan.