Útiskúli av Ternuryggi oman í Svartafoss fram við Hoydalsá

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 12.01.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

3.fl í Útiskúla 11. januar 2023 - frá Ternuryggi oman í Svartafoss fram við Hoydalsá
Mikudagin 11. januar var 3. flokkur í útiskúla. Vit gingu úr skúlanum yvir til brúnna, sum fer yvir um Hoydalsá yvir móti Ternuryggi. Hoydalsá, sum er markið millum Havnina og Hoyvík, byrjar í Villingardali og Villingardalsfossi og heldur so sína leið oman móti sjóvarmálanum. Tó er tað ikki alt vatnið úr Villiingardali, sum kemur í ánna, tí har er vatnbyrging, har drekkivatni til eysturbýin og Hoyvík verður savnað.

Eftir at mynd var tikin á brúnni, var farið til gongu fram omaneftir. Har møttu vit fleiri avbjóðingum, m.a. ráddi tað um at halda sær fast fyri ikki at glíða, at krúpa millum greinar og halda fast í hegni fyri ikki at detta í ánna. Tey, sum høvdu stivlar høvdu tað eitt sindur lættari og fingu eisini møguleikan at fylgja ánni í smoguni undir Vegnum Langa. Niðri við Svartafoss steðgaðu vit og næmingarnir komu við træsprekunum, sum teir høvdu fingið við skúlan og løgdu tað í lítla bálið, sum bæði vermdi og skapti hugna. Onkur hevði fingið upp í stivlarnar og tað hjálpti hitin frá bálinum eisini til at verma.

Eftir hetta gingu vit yvir á Tórsbreyt, har vit tóku bussin niðan aftur í skúlan