Opið hús - hósdagin kl. 17

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 10.01.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Opið hús - hósdagin 12. januar kl. 17
Kunnandi fundur um skúlan og frítíðarskúlan verður fyri foreldur og avvarðandi, sum hava børn, ið eftir ætlan skulu byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina.
Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja skúlan og frítíðarskúlan.
Her er ein stuttur filmur, sum vísir eitt sindur av tí, sum næmingarnir gera í skúlatíðini: filmurin