Jólini 2022

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 02.12.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Góðu næmingar og foreldur

“Jólini nærkast í hvørjum....” og sum vant verða onkrar broytingar í tímatalvuni. Her er eitt stutt yvirlit yvir skúlagongdina í desember mánað og kunning um, nær og hvussu jólahaldið verður í ár.

1. - 16. desember      Vanlig skúlagongd.

1. - 16. desember     Morgunsangur verður í námsfrøðiliga deplinum hvønn dag kl. 9.15.

 

Mánadagin 19. desember                             
Skúladagurin byrjar kl. 8.

1., 2. og 3. flokkur kunnu fara í frítíðarskúla kl. 11.20.

4.-7. flokkur fær frí kl. 11.20, meðan 8.-9. flokkur fáa frí kl. 12.

 

Týsdagin 20. desember                               
Vit venja og leggja síðstu hond á jólaframførsluna kl. 16.

Skúladagurin er frá kl. 8 til kl. 12.

1., 2. og 3. flokkur kunnu fara í frítíðarskúla og frítíðartilboð kl. 12.

Jólaframførslan verður kl. 16.00-18.00.

 

Mikudagin 21. desember                              
Skúladagurin er frá kl. 8 til kl. 12.

Vit fara til jólaguðstænastu í Hoyvíkar kirkju kl. 9.30

Vit dansa jólatræ og hugna okkum. Kanska onkur jólamaður verður at síggja.

1., 2. og 3. flokkur kunnu fara í frítíðarskúla og frítíðartilboð            kl. 12.

Næmingarnir í 7. - 9. flokki fáa støðumetini, áðrenn farið verður í jólafrí.

 

Blíðastu jólaheilsanir
Skúlin við Løgmannabreyt