Børn hjálpa børnum

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 10.11.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Innbjóðing til jólasølukafé

í Skúlanum við Løgmannabreyt

fríggjadagin 18. november 2022 kl. 15-17

 

Góðu foreldur og avvarðandi, góðu systkin, ommur, abbar og øll onnurJ

Síðan 2013 hevur Skúlin við Løgmannabreyt skipað fyri jólasølukafé og soleiðis verður eisini í ár. Vit hava kallað okkara átak “Børn hjálpa børnum”.

Í ár ætla vit, at ágóðin óskerdur skal fara til leikur, spøl og upplivingar til børn á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.

Hetta átakið hevur øll árini snúð seg um barnahendur, sum baka, skapa, evna og geva, har endamálið hevur verið at gleða onnur føroysk børn og rætta teimum, sum hava tað trupult, eina hjálpandi hond.

Í ár eru tað sum sagt børnini, ið eru í sjúkraørindum í Danmark, sum fáa ágóðan.

Møguleiki verður at keypa kaffi, te, sunkist, vaflur og annað gott. Somuleiðis verður tað møguleiki at ogna sær jólaprýði, bakstur og mangt annað fyri lítið og lætt. Hetta eru lutir, sum okkara næmingar í Skúlanum við Løgmannabreyt hava gjørt og evnað.

Eisini fara vit at selja lutaseðlar, har møguleiki er at vinna góðar vinningar, sum fyritøkur, stovnar og einstaklingar hava latið.

 

Verið hjartaliga vælkomin at vitja okkara jólasølukafé J