Vísindavøka 2022

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 23.09.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vísindavøkan 2022 var í Skúlanum við Løkin í Runavík í dag.

Hetta er 15. árið á rað, at Vísindavøka verður hildin og evnið hesaferð var "Tíðarrák". Sagt verður, at tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking. Tíðarrøðir eru lutir, skjøl, mátingar, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett regluliga. Tær gera tað gjørligt hjá granskarum at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina.

Umframt fyrilestrar í Løkshøll vóru nógvar áhugaverdar framsýningar, bæði inni í skúlanum og uttanfyri í stórum tjøldum.

Fýra næmingar í 9. flokki, Regin, Karin, Rókur og Jógvan Elias, fingu høvi at vitja Vísindavøkuna saman við lærara. Lurtað var eftir fyrilestrum um "Umhvørvissdálking" og "Føroyar, religión og sekularisering". Síðani varð hugt eftir teimum ymisku framsýningunum.

Les meira um Vísindavøkuna her:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2022/