3. fl. Útiskúli 21. sept. 2022 fram við Rættará

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 21.09.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

3. fl. Útiskúli 21. sept. 2022 fram við Rættará
Efirsum, at tað var nakað av vindi, valdu vit at fara onkrastaðni, har meira lívd var. Vit fóru við bussi oman í miðbýin og so víðari út á Fløtir. Har gingu vit framvið Skúlanum á Fløtum og Glasir og so niðan móti ringvegnum við Marknagil, sum er niðanfyri øki, har Rættará hevur sína byrjan.

Vit tosaðu um, at tað eru tríggjar stórar áir í høvuðsstaðnum: Sandá, Rættará, Havnará og Hoydalsá. Áir hava altið havt stóran týdning fólk, tær geva reint vatn at drekka og vatn at vaska við.

Vit byrjaðu so at fylgja ánni og komu til gomlu vatnbyrgingina, sum er skamt niðanfyri Glasir. Her fekk vesturbýurin vatn frá fyrr - til drekkivatnsbyrgingin í Havnardali var gjørd í sekstiárunum.

Siðani fylgdu vit ánni longri omaneftir. Tó vóru vit noydd at gera ein umveg, tí at hestar stóðu har, vit ætlaðu at ganga. Tað var nokkso avbjóðandi at koma yvir um ánna, tí nokk so nógv vatn var í henni. Og ikki minni avbjóðandi var tað at ganga fram við runnunum, har var ikki nógv pláss. Men næmingarnir vóru bæði fimir og skilagóður, so alt gekk væl.

At enda komu vit oman móti Vesturkirkjuni, har Sigmund Brestisson tók í móti okkum við opnum ørmum. Vit tosaðu eitt sindur um at hann kristnaði Føroyar og hvussu tað fór fram. Eisini tosaðu vit um vatnmylluna í Mattalág.

Nú gekk leiðin inn í viðarlundina við Kinabrekkuna. Onkur sigur "Tromskógin", tí tað var her at morðið í filminum fór fram. Vit tosaðu um standmyndina har, sum er sett upp sum tøkk fyri, at Føroyar hjálptu íslendingum á Vesturlandinum í 1995, tá omanlop var.

Inni í viðarlundini er gott stað at tendra bál. Og meðan tað logaði so hugnaliga, ótu vit matpakkarnar.

Síðani fóru næmingarnir sjálvir kanningarferð í millum trøini og funnu upp á ymisk spøl.

Vit fingu eitt prát um trøini og hvussu tey fáa vatn úr jørðini, fáa orku úr sólini og taka CO2 úr luftini - og gera O2, sum vit kunnu anda. Vit tosaðu eisini um, at vit mugu ansa eftir ikki at skaða trøini, tí tað er nevniliga í uttasta lagnum, undir børkini, at fóðuræðrarnir eru hjá trøunum.

Síðani fingu vóru Cooperative Learning spurningar um dagar, tøl og annað býttir út, har næmingarnir lósu spurningar fyri hvørjum øðrum og eisini svaraðu.

At enda var tíðin komin at venda nøsina heim aftur og vit fóru í 1'aran, sum steðgaði skamt við. Á vegnum niðan kom resti av flokkinum eisini upp í bussin, tey høvdu verið í svimjihylinum.

Ein góður útiskúladagur var komin at enda.