Felags gongutúrur mánadagin 20. juni.

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 19.06.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Felags gongutúrur verður mánadagin 20. juni. Møtt verður í skúlanum sum vanligt kl.8.

Vit ganga gjøgnum hagan niðan móti Sandvíkarhjalla. Síðani sneiða vit av og ganga móti rundkoyringini á Hvítanesi, har vit fara yvirum vegin. Leiðin gongur so rundan um innkoyringina til undirsjóvartunnilin og so út á Hvítanes. So er eftir at ganga niðan í skúlan..

Sambært veðurforsøgnini verður ikki regn millum kl. 7 og 12. Men tað er eitt gott hugskot at hava ein góðan jakka við.