Í dag vóru okkara dreingir í 9. flokki í Vági til skúlafótbólt. Vit høvdu 2 lið við í dreingjakappingini.
Dreingirnir vóru óførir, og bæði liðini komu í finaluna. Festliðið og Stuttliðið hjá okkum spældu tí um 1. og 2. plássi. Festliðið vann, men allir koma heim við hvør sínum heiðursmerki og steypi.