Árliga várframsýningin og næmingakonsertin verður í skúlanum mánadagin 16. mai 2022.
Skúlin er opin allan dagin, so til ber at síggja framsýningina, tá tað liggur fyri at koma.
Nógv av tí, sum næmingarnir hava gjørt í handaverki og list í hesum skúlaárinum, verður víst fram á framsýningini.
Í ár verður konsertin fjølbroyttari enn onnur ár, tí umframt, at vit fara at hoyra næmingar í 3. – 8. fl. syngja og spæla, fara blásararnir í “Ljóð og leiki” at spæla nøkur løg. Eisini fara næmingar í innskúlingini at syngja tríggjar frískligar vársangir.
Konsertin byrjar kl. 18 og varir umleið ein tíma.
Vónandi síggja vit aftur í ár nógv foreldur og avvarðandi til framsýningina og til konsertina.
Veri øll hjartaliga, hjartaliga vælkomin!