Skúlin við Løgmannabreyt fingið 60.000,- kr. til verkætlan.
Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna umhvørvisstuðul til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi.
Í ár varð stuðul latin til 6 verkætlanir, sum á onkran hátt menna vitanina um umhvørvi og umhvørvisviðurskifti, sum virka dálkingarfyribyrgjandi, tilfeingissparandi og sum eru við til at verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg.
Á evniskvøldi, sum var á Reinsarínum mikukvøldið 4. mai, varð Umhvørvisstuðulin latin, umframt Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu, Grøna gávan frá Etika og Endurkeyp gávan frá Nema.
Í grundgevingini fyri at veita stuðulin varð sagt, at ”hetta er ein spennandi verkætlan at fáa lívrunnið burturkast til fruktagóða mold til at dyrka grønmeti í.
Verkætlanin verður partur av undirvísingartilfarinum í skúlanum við Løgmannabreyt og verður eisini almannakunngjørt soleiðis at aðrir stovnar, skúlar og onnur í Tórshanvar kommunu kunnu fáa gagn av henni”.
Skúlin við Løgmannabreyt takkar hjartaliga fyri stuðulin.