FM finalurnar í skúlatalvi vóru hildnar í nýumvældu Gulu Smiðju í Saltangará í dag. Seks lið høvdu vunnið sær pláss í hvørjari finalu umvegis undankappingar á Toftum og í Hoyvík.
Næmingar í okkara 4. flokki vóru komnir víðari úr undankappingini fyri yngru liðini, og næmingar í okkara 6. flokki vóru komnir víðari hjá teimum eldru.
Hetta var ein spennandi dagur, har øll liðini telvaðu ímóti hvør øðrum.
Í finaluni fyri 3.-4. flokkar var Keldan í flokki fyri seg. Liðið úr Skálabotni, sum hevur havt talv á tímatalvuni í ár, vann allar dystirnar og endaði á einum greiðum fyrstaplássi við 22,5 stigum. Á næstu plássunum komu Skúlin á Fløtum og Skála - sum vunnu hvør sína undankapping síðsta mánaða - við ávikavist 17 og 14 stigum.
Endaliga støðan:
Keldan (22,5 stig)
Skúlin á Fløtum (17)
Skála (14)
Kollafjørður (13)
Løgmmanbreyt (12)
Glyvrar (11,5)
Í finaluni fyri 5.-8. flokkar var Skúlatrøð somuleiðis sannførandi. Klaksvíksliðið, sum eins og Keldan tók lut í skúlakappingunum á fyrsta sinni í ár, vann allar sínar dystir og tryggjaði sær 1. plássið við 22,5 stigum. Stríðið um næstu plássini var tætt, men við stórsigri í seinasta umfari vunnu kollfirðingar seg fram á 2. plássið við 19,5 stigum. Fullfirðingar fingu ikki savnað eins nógv stig í sínum síðsta dysti, men endaðu kortini á einum greiðum 3. plássi við 18 stigum. Kollafjørður og Fuglafjørður høvdu vunnið hvør sína undankapping í apríl, so tað var kanska ikki so galið at fáa eitt annað heiðursmerki um hálsin hesaferð.
Endaliga støðan:
Skúlatrøð (22,5 stig)
Kollafjørður (19,5)
Fuglafjørður (18)
Toftir (14)
Løgmannabreyt (9)
Lítliskúli (7)
Harvið er FM í skúlatalvi av á hesum sinni. Hjartaliga tillukku, Keldan og Skúlatrøð.
Næsta ár verða skúlakappingarnar væntandi í februar/mars