Evnisvika

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 24.10.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í komandi viku hava vit evnisviku

Evnið í ár er: Nærumhvørvið – har arbeitt verður við staðarnøvnum í Hoyvík.

Vit hava skrásett týdningarmestu staðarnøvnini í Hoyvík og ætla at brúka tey sum grundarlag í evnisvikuni.

Miðað verður eftir at gera eina framsýning burturúr tí, ið næmingarnir hava arbeitt við, t.d. myndir, planchir o.a.

Framsýningin stendur uppi til og við 26. november.

Vanliga tímatalvan verður niðurløgd í evnisvikuni.   

Skúlagongdin verður mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 13.20 og fríggjadagin frá kl. 8.00 til kl. 11.20. Tó fylgja 1.-3. flokkur sínari tímatalvu. 

 

Mynd: https://guidetofaroeislands.fo/travel-faroe-islands/drive/hoyvik/