Felags foreldrafundur hóskvøldið 7. oktober kl. 20

Skrivað hevur: Bogi

Útgivið tann: 28.09.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Frá skúlastýrinum í skúlanum við Løgmannabreyt

Á heysti 2020 gjørdi Hans Harryson, PhD í námsvísindum, eftir avtalu við Undirvísingarstýrið og Tórshavnar kommunu eina eftirmeting av Skúlanum við Løgmannabreyt.

Í hesum sambandi verður felags foreldrafundur hóskvøldið 7. oktober kl. 20, har Hans kemur at leggja fram eftirmetingina.

Blíðar heilsanir

Skúlastýrið og leiðslan