Prógvhandan

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 18.06.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Seinnapartin í gjár 17. juni fingu okkara næmingar í 9. flokki prógv síni.

Umframt at prógvini vórðu handað teimum 46 næmingunum, var felagssangur. Jens Marni Hansen spældi og sang eisini tveir sangir og røður vórðu hildnar.

Sum vera man bjóðaði skúlin ein góðan drekkamunn og lagkøku.

Næmingarnir hava nú gingið í skúla á Løgmannabreyt í nýggju ár, og fara nú hvør sína leið. Vit, sum eftir eru, ynskja tykkum góða eydnu á lívsleið tykkara.

Takk fyri tykkara tíð í skúlanum.

Sum siður er, varð ein felagsmynd tikin.