Lærarar og námsfrøðingar til Skúlan við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 21.05.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum og námsfrøðingum til skúlaárið 2021/22

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðingum, sum

  • duga at samstarva
  • eru fyrikomandi og sýna ein jaligan hugburð
  • dáma avbjóðingar og tosa at ganga nýggjar leiðir
  • hava áræði til at taka ábyrgd

Søkt verður eftir
lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021/2022 fyri lærarar, sum eru í farloyvi, vegna lækkað tímatal, barnsburð og avlopstímar:

  • 1 lærara í fast starv
  • 4 lærarum í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2021

Harumframt verður søkt eftir námsfrøðingum skúlaárið 2021/2022:

  • 1 námsfrøðingi við setanarbroti 0,5
  • 1 námsfrøðingi við setanarbroti 0,4

Endaliga tímatalið til tey tíðaravmarkaðu lærarastørvini verða ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2021.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í innskúlingini, náttúru/tøkni, støddfrøði og ítrótti/svimjing og námsfrøðingar til námsfrøðiligar uppgávur við næmingum, sum hava avbjóðingar, har arbeitt verður í flokkinum, smærri bólkum og ein til ein.

Førleikakrøv
Til størvini krevst læraraprógv ella prógv sum námsfrøðingur.

Skúlin bjóðar
- Nútímans skúla
- Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
- Góðar arbeiðsumstøður
- Starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Námsfrøðingar verða løntir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. juni 2021, kl.12.

Tú fært meiri at vita
um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

Umsóknin verður stílað til:

Skúlin við Løgmannabreyt
Postrúm 3174
110 Tórshavn
ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

Um skúlan:
Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er uml. 400 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 40 lærarar, 2 námsfrøðingar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum og frítíðartilboð til 3. flokk. Har arbeiða 12 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri.