Føroyar og SVL móti krabba

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 26.03.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Seinastu tvær vikurnar hevur Skúlin við Løgmannabreyt verið partur av innsavningarátakinum hjá Krabbameinsfelagnum og KVF og tað eydnaðist skúlanum at savna 34.818, kr., sum eru fluttar til Krabbameinsfelagið.

Lagt varð upp til, at nýta egið hugflog at finna upp á innsavningartiltøk. 

5. flokkur skipaði fyri at selja toast og gav hetta 12.220 kr. Her sæst stuttur filmur frá toastsøluni

8.fl. flokkur savnaði fløskur og gav hetta 4.000, kr.

Sum felagsátak fyri allan skúlan varð skipað fyri stuðulsrenning, har heitt varð á fyritøkur og foreldur at rinda eitt "oyratal" fyri hvønn metur, ið runnin varð. Hetta gav tilsamans 18.598 kr. ella í miðal um 1,1 oyra fyri hvønn metur. Her sæst stuttur filmur frá stuðulsrenning

Úrslitið av renningini var hetta

Flokkur Næm.

m. í miðal

pr. næm.

m. tils. Km  tils.
1. fl. 35 3470 121450 121
2. fl. 32 4156 133000 133
3. fl. 46 5000 230000 230
4. fl. 31 5000 155000 155
5. fl. 45 5000 225000 225
6. fl. 50 3790 189500 190
7. fl. 42 5000 210000 210
8. fl. 44 5250 231000 231
9. fl. 46 5761 265000 265
Tils 371 4714 1759950 1760

 

Skúlin takkar næmingum, foreldrum, lærarum og JS Vørukoyring Sp/f fyri stuðulin. 

Eisini tøkk til Mylnuna, Miklagarð, MBM og Damfar fyri stuðulin til toastsøluna.