Føroyar og SVL móti krabba

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 17.03.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Krabbameinsfelagið og Kringvarp Føroya skipa fyri stórari landsinnsavning undir heitinum “Føroyar ímóti krabba”. Endabresturin verður leygarkvøldið 27. mars við beinleiðis sending í Kringvarpinum frá kl. 19.00 til 22.00. Á skránni verður m.a. tónleikur, hjartanemandi innsløg, skemtiligar og stimbrandi samrøður.

Krabbamein rakar okkum øll. Ikki øll gerast sjúk, men øll eru avvarðandi. Foreldur, børn, maki, familja, vinir, starvsfelagar. Fleiri hava mist, og fleiri hava yvirlivað. Tað munnu vera fá í Føroyum, sum ikki hava havt samband við krabbamein.

Í landsinnsavningini verður heitt á m.a. skúlar at vera við. Lagt verður upp til at nýta hugflogið og finna upp á egin innsavningartiltøk. Eisini verður lagt upp til, at næmingar dokumentera (filma) innsavningartiltøkini á t.d. sínum snildtelefonum ella øðrum upptøkutóli og leggja tað út á sosialu miðlarnar við frámerkinum #FMK2021. Filmarnir verða á henda hátt atkomuligir fyri øllum Føroya fólki, og teir stuttligastu, forvitnisligastu og mest rørandi filmarnir verða møguliga vístir í sjónvarpinum á sjálvum tiltakinum 27. mars.

Vit í Skúlanum við Løgmannabreyt ætla at skipa fyri einum heilsudegi, har næmingar fara út at renna.

Innsavningarhugskotið er at fyritøkur í Hoyvík og foreldur stuðla við at lata eitt ávíst “oyra-tal” fyri hvønn metur, sum verður runnin. Teldubrøv eru send fyritøkum og foreldrum.

Um t.d. latið verður 1 oyra fyri hvønn metur, sum næmingur rennur og vit siga, at næmingurin rennur 5.000 metrar (ið vit seta sum evstamark), so verður tað til 50,- kr., sum fara beinleiðis til Krabbameinsfelagið.

Verða t.d. 5 oyru latin fyri hvønn metur er upphæddin sjálvandi fimm ferðir størri, nevniliga 250,- kr. Um ynski er at stuðla fleiri næmingum, so hækkar upphæddin sjálvandi samsvarandi.

Stuðlað verður við at seta pening inn á konto: 9181-510.171.0

- í seinasta lagi hósdagin 25. mars 2021

Viðmerk: Navn (fyritøka/foreldur), oyru pr.metur, metratal og tal á næm. 

Flokstoymini skipa sjálvi fyri nær teirra flokkur rennur. So hvørt runnið hevður verið, verða úrslitini fyri hvønn næming send leiðsluni, sum roknar oyru pr. metur.