Kvinnudagur 8. mars 2021

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 08.03.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

 

Leinki til stroyming: Kvinnudagur 8. mars 2021

8. mars var lýstur sum altjóða kvinnudagur í 1975 av ST.

Men longu í 1910 setti Clara Zetkin fram hugskotið at hava altjóða kvinnustríðsdag. Hetta var á kvinnufundi í Keypmannahavn, sum Socialistiski Internationali skipaði fyri. Dagurin 8. mars varð endaliga fastlagdur á fundi hjá Kommunistiska 3. Internationala í 1921.

Í 20'unum og 30'unum varð dagurin mest hildin sum ein sosialistiskur kvinnudagur, har borgarligu kvinnurørslurnar ikki vóru við.

Eftir seinna heimsbardaga varð heldur minni gjørt burturúr. Men í 1974 tóku kvinnurørslur siðin uppaftur – og við kvinnuárinum, sum ST lýsti 1975 at vera, varð dagurin endaliga lýstur sum altjóða kvinnustríðsdagur.