Jólahald 2020

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 15.12.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vegna korona og tey nýggju tilmælini sleppur eingin inn í skúlan at hyggja at jólaframførsluni í ár.

Tí verður einans møguleiki at síggja jólaframførsluni á netinum. Foreldur, ommur og abbar og øll í Føroyum hava tí møguleika at síggja okkaru fantastisku jólaframførslu í ár beinleiðis heima á netinum. Leinkjan til stroymingina 

https://www.youtube.com/watch?v=vYootxabZ7g

Byrja verður kl. 17.00.

Vegna korona tilmælini eru tað einans næmingar úr 1. til og við 6. flokki, sum eru við í jólahaldinum í ár. Fyrireikingarnar til jólahaldið byrjaði fyri tíð síðan, og tí eru ikki allir næmingarnir við í ár, sum vanligt.