Fyrsti skúladagur hjá 6.-9. flokki

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 21.08.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Eftir eina  væl og virðiliga longda summarfrí koma 6.-9. flokkarnir aftur í skúla mánamorgunin 24. august kl. 9.00 - og tað gleða vit okkum til.

Farið verður undir vanligu skúlagongdina beinanvegin
Siðvenja er at fyrsti skúladagur er stuttur. Men, nú tað er so langt útliðið, verður beinanvegin farið undir vanligu skúlagongdina.

Eitt annað, sum verður øðrvísi fyrstu vikuna í ár er, at flokkarnir bara fara at hava lærarar, sum eru knýttir at toyminum hjá flokkinum, hetta fyri at minka um koronasmittuvandan. Av hesi orsøk kann koma fyri, at onkrar broytingar verða í tímatalvunum.

Smittuverjandi atburður og fyribyrging
Umráðandi er at fylgja tilráðingunum um smittuverjandi atburð, sum fyrst og fremst merkir at halda frástøðu og vaska/spritta hendur og ikki minst, at venja seg at halda hendurnar frá andlitinum.