Vallærugreinar í hádeildini
Næmingar í 7. flokki skulu velja eina ella fleiri vallærugreinar til komandi skúlaár.
Í 8. flokki fara tit at hava 28 kravdar tímar um vikuna. Tit kunnu hava upp til 39 tímar, og tí kunnu tit velja í mesta lagi 11 tímar afturat.
Kravdar lærugreinar eru: Kristni, føroyskt, danskt, enskt, støddfrøði, søga/samtíð, samfelagsfrøði, landafrøði, lívfrøði og ítróttur.
Um tú ætlar tær á náttúrubreyt, tilfeingisbreyt ella tøknibreyt í miðnámi, skalt tú hava alis- og evnafrøði í 8. og 9. flokki, og um tú ætlar tær á hugbreyt, skalt tú hava týskt í 8. og 9. flokki.
Fyri at verða tikin inn á miðnámsskúla eru hesi krøv:
- Náttúrubreyt: alis- og evnafrøði
- Hugbreyt: málleiðin krevur týskt
- Tilfeingisbreyt: alis- og evnafrøði
- Tøknibreyt: alis- og evnafrøði
Breytir og miðnámsskúlar:
- Búskaparbreyt Glasir, fyrr Handilsskúlin - HH
- Hugbreyt Glasir, fyrr Studentaskúlin - málslig deild
- Náttúrubreyt Glasir, fyrr Studentaskúlin - støddfrøðilig deild
- Tilfeingisbreyt Miðnám í Vestmanna
- Tøknibreyt Tekniski skúlin í Klaksvík
- Fyrireikingarbreyt Glasir, fyrr HF
- Tekniskt yrkisnám Glasir, fyrr Tekniski skúlin
- FHS Glasir, fyrr Handilsskúlin
Lærugreinar hjá tykkum at velja ímillum eru hesar:
- Alis- og evnafrøði 3 t/v
- Týskt 4 t/v
- Fótbóltur 6 t/v (tveir av tímunum eru ítróttartímarnir)
- Hondbóltur 4 t/v (tveir av tímunum eru ítróttartímarnir)
- Heimkunnleiki 2 t/v
- Íverksetan og yrkislæra 2 t/v
- Motorlæra 2 t/v
- Sniðgeving 2 t/v
- Tónleikur 2 t/v
Viðmerkjast skal, at undantikið alis- og evnafrøði og týskum, er lærugreinin treytað av, um nóg stór undirtøka verður.
Um ivamál ella spurningar eru, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Guðný, skúlavegleiðara, á tlf. 280314 ella umvegis t-posti: gudny.wardum@skulin.fo