Skúlin steingir vegna corona smittuvanda

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 13.03.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vegna corona smittuvandan, steingir skúlin í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020 og fyribils tvær vikur fram.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur avgjørt, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020.

Tí skulu okkara næmingar, í tann mun tað ber til, ikki koma í skúla í morgin, fríggjadagin 13. mars.

Foreldur, sum ikki hava møguleika at hava børn síni heima í morgin, skulu geva boð til flokslæraran og so skipar skúlin fyri skúlatilboði fyri dagin.

Frá mánadegnum 16. mars hava skúlin og frítíðarskúlin opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki. 

Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.

Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir.

Skúlin hevur skipað fyri beinleiðis telefonlinju at svara spurningum frá foreldrum og avvarðandi at næmingum, ringjast kann til: 
Høgna Joensen 214109, Jón Kragesteen 510449 ella Ásu Beder 280322

Vinarliga skúlaleiðslan