Ungdómsting

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 20.02.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

3. og 4. februar var ungdómsting har 32 ungdómar mannaðu Føroya Løgting. 3 næmingar úr 8.flokki hava, saman við øðrum næmingum í 9. og 10. flokkunum úr øllum landinum, roynt seg sum politikar.

Hesar báðar dagarnar settu næmingarnir sjálvir dagskránna í Løgtinginum, og er hetta ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at fáa innlit í, hvat arbeiðið í Løgtinginum fevnir um.

Endamálið við ungdómstinginum er m.a. at geva næmingum størri innlit í fólkaræðið, at lata teir vera ein virknari partur av fólkaræðinum, og at geva teimum innlit í, hvat leikluturin hjá løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um.

Spennandi verður, um onkur av hesum verður at síggja í politikki í framtíðini.