Føstulávint 2020

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 19.02.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Føstulávintsmánadag 24. februar fara vit at sláa tunnu og at hugna okkum.

Skúlin er opin sum vanligt frá kl. 7.30, men vit ætla, at øll eru komin í skúla í seinasta lagi kl. 8.30, tí tá byrja vit at hita upp til tunnuslátturin. Stuttligt hevði verið, um øll eru í grýluklæðum.

Tá ið vit hava sligið tunnurnar niður og funnið kattakongarnar og kattadrotningarnar, verður okkurt gott at fáa í flokshølinum. Vit vilja heita á nøkur foreldur um at baka uml. 10-12 føstulávintsbollar, vanligar bollar ella muffins til flokkin. Vónandi kunnu tit skriva saman á tykkaru floks-facebooksíðu.

Eisini fara vit at avdúka ársins grýlur, umframt at kattakongar og kattadrotningar eisini skulu heiðrast. 

Eftir at føstulávintshaldið er liðugt um hálvgum tólvtíðina, fara teir eldru flokkarnir til hús, meðan næmingar í 1.-3. flokkur kunnu fara í frítíðarskúla.

Vónandi eru øll í góðum grýluhýri, so at vit aftur í ár fáa eitt gott, stuttligt, spennandi og ikki minst hugnaligt føstulávintshald, ið vit fara at minnast aftur á við gleði. 

Føstulávintstýsdag
Í hesum skúlaárinum eru tveir frídagar, sum skúlin kann leggja, og hava vit valt at leggja ein av døgunum týsdagin eftir føstulávintsmánadag. Hin frídagurin er lagdur fríggjadagin 22. mai, dagin eftir Kristi Himmalsferðardag. 

Tað merkir, at vit skulu ikki tíðiliga upp týsmorgunin. Vit sleppa at sova leingi, tí vit hava sum sagt ein frídag og skulu tí ikki í skúla.

Føstulávintstýsdag

er frítíðarskúlin opin fyri 1. - 2. fl. frá kl. 7.45 til 17.00. 

Mikudagin 26. februar síggjast vit aftur í skúla sum vanligt. 

Vinarliga

Skúlin við Løgmannabreyt