Læraradagur týsdagin 18. februar

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 12.02.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Læraradagur í Norðurlandahúsinum

Av tí at allir lærarar skúlans skulu til læraradag týsdagin 18. februar, verður eingin skúlagongd týsdagin.

Frítíðarskúlin er tó opin frá kl. 7.45 til 17.00 fyri 1. og 2. flokk.

Læring í 21. øld

Í døgunum 18. og 19. februar verður læraradagur fyri allar fólkaskúlalærarar í Norðurlandahúsinum.

Evnið á læraradegnum er læring í 21. øld.

Læringshugtakið er undir støðugari broyting og menning, og hugsan okkara við hesum evninum er at kveikja kjakið um læringshugtakið, bæði í breiðum høpi og í egnari undirvísing.

sí meira um læraradagarnar her: https://nam.fo/adrar-sidur/tidindi/nytt/news/laerdomur-er-laettur-at-bera/