Skúlamyndir

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 23.10.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Myndatøka

Hósdagin 31. oktobur og fríggjadagin 1. novembur fer Per á Hædd at taka skúlamyndir. Talan er um ein myndapakka, sum inniheldur:

1 stk           floksmynd                     20x30 í litum

1 stk           einkult mynd                 13x18 í litum

2 stk           einkult mynd                 10x15 svart/hvítt

4 stk           einkult mynd                 6x9 í litum

24 stk         lítlar myndir, passmyndastødd, í litum

Kostnaðurin er kr. 250,-, ið skal flytast á konto 9181-5101710 áðrenn mánadagin 28. oktobur Minst til at viðmerkja navn og flokk.

Tað ber eisini til bara at keypa sær floksmyndina. Tá er prísurin kr. 50,-, ið skal flytast á konto 9181-5101710 áðrenn mánadagin 28. oktobur. Minst til at viðmerkja navn og flokk.

Myndirnar kunnu avheintast í skúlanum, tá ið tiltakið “Børn hjálpa børnum” verður tann   29. novembur kl. 15.00-17.00

Allir næmingar hava fingið ein seðil heim við, sum skal latast til flokslæraran í seinasta lagi 28.oktobur 2019. Øll skulu lata seðilin inn aftur.

1.-7. flokkur tekur skúlamyndirnar hósdagin 31. oktobur og 8.-9. flokkur tekur fríggjadagin 1. novembur.