Óla Jákup, Rógvi Óðin og Petur heiðraðir

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 27.09.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Til morgunsangin í morgun vóru teir tríggir: Óla Jákup, Rógvi Óðin og Petur heiðraðir. Orsøkin er, at teir hava gjørt eitt megnar arbeiði at taka sær av vatnvøksturskipanini (aquaponics), sum er í skúlanum.

Teir hava trúliga givið mat, reinsa, hampa um - og eisini hava teir fleiri ferðir tikið skipanina sundur og sett hana saman aftur, funnið upp á nýggjar loysnir - soleiðis, at í dag eru sjáldan trupulleikar.

Fyri hetta megnar avrikið fingu teir góð orð og rós framman fyri øllum skúlanum. Eisini fingu teir hvør sína gávu, sum var eitt mikroskop at seta á fartelefonina - sum kanska kann vera ein tileggjan til granskingarhug.

Fyri eisini í feriunum at gera hetta arbeiðið, bæði á jólum, á páskum og í summarferiuni, fekk Rógvi Óðin eitt gávubræv til Rit og Rák. 

Um vatnvøksturskipan (aquaponics) er at siga, at tað snýr seg um at hava eitt kar við fiski í og at geva fiskunum mat. Tað, sum fiskarnir drýta út aftur, fer í einum røri yvir í eitt plantuøki og verður til tøð hjá plantunum. Í løtuni vaksa tomatir, chilli, piparfrukt og salat - hetta seinast nevnda endar í maganum hjá skeggdrekunum, sum dreingirnir eisini hava ábyrgdina av.