Væleydnað brandroynd

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 12.09.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í góðveðrinum í morgun varð skipað fyri brandroynd. Kl. 10.15 fór alarmurin í gongd og eftir einari skipaðari ætlan fóru næmingarnir stillisliga gangandi oman á Hoyvíksvøll, har savninarstað skúlans er. Uml. 10 min eftir at alarmurin var farin í gongd, stóð brandbilur í skúlagarðinum við ýlandi sirenum, so har gekk alt sum tað skuldi. Eftir at manntal varð gjørt á Hoyvíksvøllinum var Omma Ludvík sungin og síðani fóru næmingarnir aftur í skúlastovurnar, har undirvísingin helt fram. Í næstum verður brandroyndin eftirmett og gjørt verður av, nær nýggj roynd skal vera.