Ítróttur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 09.09.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Á myndini síggjast næmingar, sum hava valt súkkling, sum er ein av valmøguleikunum í ítrótti hjá 8. og 9.flokki. Ítróttartímarnir hjá 8. og 9. flokki eru í vetur skipaðir saman, soleiðis at næmingarnir kunnu velja ymiskar ítrottabreytir at hava í avmarkað tíðarskeið - til skift verður til nýggja breyt. Í løtuni eru breytirnar: súkkling, fótbóltur, frælsur ítróttur, 1. hjálp og hondboltur.