Lærarar og námsfrøðingar til Skúlan við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 07.06.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi, Bókahillin

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum og námsfrøðingum til skúlaárið 2019/20.

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðingum, sum:
· duga at samstarva
· eru fyrikomandi og sýna ein jaligan hugburð
· dáma avbjóðingar og tora at ganga nýggjar leiðir
· hava áræði til at taka ábyrgd 

Søkt verður eftir:
· 3 lærarum í fast starv
· 5 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/2020 fyri lærarar í farloyvi, barnsburðarfarloyvi, vegna lækkað tímatal, eftirútbúgving og avlopstímar.

· 2 námsfrøðingum við setanarbroti 0,5
· 1 námsfrøðingi við setanarbroti 0,3

Endaliga tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2019.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í innskúling, miðdeild og ítrótti/svimjing og námsfrøðingar til námsfrøðiligar uppgávur við næmingum, sum hava avbjóðingar, har arbeitt verður í flokkinum, smærri bólkum og ein til ein.

Førleikakrøv
Til størvini krevst læraraprógv ella prógv sum námsfrøðingur.

Skúlin bjóðar
· Nútímans skúla
· Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
· Góðar arbeiðsumstøður
· Starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir hjá lærarum eru sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. 

Lærarastørvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Námsfrøðingar verða løntir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. juni 2019, kl. 12.00.

Tú fært meiri at vita
um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

Umsóknin verður stílað til:

Skúlin við Løgmannabreyt
Postrúm 3174
110 Tórshavn
ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

Um skúlan:
Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er 425 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 40 lærarar, 2 námsfrøðingar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum og frítíðartilboð til 3. flokk. Har arbeiða 12 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri.