9.fl hevði seinasta skúladag

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 24.05.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Hósdagin 23. mai hevði 9.fl., sum byrjaði í 1.flokki í 2010, sín seinasta skúladag. Sum vant seinasta skúladag varð skipað fyri ymiskum óvanligum, sum ikki ber til vanligar skúladagar. Her vóru bæði stuttlig og argandi tiltøk á skránni, sum at flyta borð, pakka ting inn, sproyta við vatni og skúmi. Um morgunin vóru lærararnir bodnir til kaffi og seinni varð skipað fyri undirhaldi í miðhøllini - áðrenn farið var til fótbóltsdystin millum næmingar og lærarar. Endað varð við at kasta karamellur til tey yngru børnini, sum samstundis kundu vænta sær eina pøs av vatni í høvdið. Sum tað sæst á myndunum, vóru næmingar óførir at taka órudd upp eftir sær, tá ið liðugt var. Í dag er so gerandisdagur aftur og næmingarnir hava fingið at vita, hvørjum lærugreinum teir skulu til munnliga próvtøku í, nevniliga í føroyskum, søgu, donskum og lívfrøði. Mánadagin 27. mai byrjar skrivliga próvtøkan og vit ynskja øllum góða eydnu.