Gloymd klæðir

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 02.06.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Gloymd klæðir liggja frammi til fríggjadagin 16. juni 2023

Hetta er tíðin, tá ið vit rudda upp í klæðum, ið eru gloymd eftir í skúlanum, og sum altíð, so er tíverri væl av klæðum, sum hópa seg upp - alt frá svimjibuksum og ítróttaklæðum til troyggjur, skógvar og jakkar.

Klæðini liggja frammi í kantinuøkinum til fríggjadagin 16. juni 2023. Gott hevði verið, um tit, ið sakna okkurt klædnaplagg, koma í skúlan at hyggja.

Ikki heintað klæðir, verða latin vælgerandi felagsskapi at gera gott við.

Blíðar heilsanir

Skúlin við Løgmannabreyt