Skúlafótbóltsfinalurnar - hósdagin 2. mai

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 01.05.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Góðu næmingar og foreldur

Nú nærkast stóri finaludagurin í Skúlafótbólti, og vit gleða okkum ógemeina nógv at fara suður í Marghøllina í Vági at spæla ímóti øllum hinum finaluliðunum.

Til samans fara eini 600 børn og ung úr øllum landinum at kappast um steyp og medaljur í fyrstu skúlafótbóltskappingini yvirhøvur, og íroknað floksfelagar, lærarar, foreldur og onnur áhugað verða vit væntandi útvið túsund fólk í Marghøllini til finaludagin.

Vit í skúlanum við Løgmannabreyt fara mannsterk suður við Smyrli hósmorgunin 2. mai, tí vit hava spælt okkum í 16 finalur. Tað merkir, at vit verða umleið 120 SvL-næmingar umframt lærarar og foreldur, ið fara suður at spæla, heppa, stuðla og eggja okkara liðum.

Smyril siglir av Havnini kl. 8.45 beinleiðis á Vág, men vit ætla okkum at vera tíðliga umborð fyri at fáa sitipláss, tí nógvir skúlanæmingar norðanfjørðs skulu suður at spæla.

Tí skulu øll vera á Farstøðini í seinasta lagi kl. 8.15

40 dystir skulu avgreiðast. Byrjað verður kl. 12.30, og leikskráin sigur, at teir yngstu flokkarnir spæla fyrst. Spælt verður út í eitt til næmingarnir í 10. fl. og miðnámsskúlunum eru lidnir at spæla umleið kl. 16.

Matur:
“Uden mad og drikke, duer helten ikke” er eitt gamalt orðafelli. Av tí, at dagurin verður heldur drúgvur, mæla vit til, at øll hava etið ein góðan morgunmat, áðrenn farið verður umborð á Smyril. Vit fara eisini inniliga at heita á tykkum at hava tveir stórar matpakkar við og frukt. Tá liðini hava spælt, hevur skúlin bílagt tvey pitsastykki til hvønn næming.

Minnist eisini at hava drekkidunk við. Loyvt er at hava lummapening við, men í mesta lagi 150,- kr.

At minnast:
Minnist til ítróttarklæði, drekkidunk, fótbóltsskógvar (gaggir) og skinnarar, ið er eitt krav frá fyriskiparunum.

Næmingarnir í 5., 6., 7. og 8. fl. kunnu taka svimjiklæði og handklæði við, tí møguleiki er at fara í Páls Høll, áðrenn vit fara heimaftur. Tað kostar 30,- kr. at svimja, og tað mugu tit sjálvi gjalda.

Vit fara at brúka tær vøkru litaðu SvL-troyggjurnar, ið tit fingu ti, tá vit tóku felags skúlamyndina síðsta summar, so vinarliga takið tær við. Um onkur ikki eigur troyggjuna longur, mugu tit skaffa hana frá onkrum, sum ikki fer við.  

Skráin fyri dagin sær annars soleiðis út:

Kl. 08.45       Fráferð av Havnini við Smyrli
Kl. 11.00       Koma til Vágs
Kl. 11.30       Koma í Marghøllina
Kl. 11.45       Innmarsjur við tónleiki

Finaluliðini marsjera við bannarum sínum inn í Marghøllina, har liðini stilla seg í aldursrøð at lýða á vælkomurøðuna til finaludagin í Skúlafótbólti 2018/2019

Kl. 12.30       Finaludagurin byrjar - 40 dystir skulu spælast
Kl. 13.00       Páls Høll letur upp
Kl. 16.00       Steypa- og medaljuhandan
Kl. 17.00       Farið verður frá Marghøllini umborð á Smyril
Kl. 18.15       Siglir Smyril úr Vági til Havnar

Matur og drykkivørur, kaffi og kakur og annað fæst til keyps í Marghøllini.

Vit gleða okkum til ein góðan, hugnaligan og spennandi finaludag í Marghøllini.