Skúlafótbóltur í Marghøllini í Vági

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 29.03.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mikudagin í síðstu viku vóru fýra lið - tvey dreingjalið og tvey gentulið - í okkara 7. flokki til fótbóltskapping í Marghøllini í Vági. Eitt gentulið og eitt dreingjalið hava spælt seg í finaluna, sum verður 2. mai.

Genturnar skulu spæla ímóti Vágs skúla. Dreingjaliðið vann dreingjabólkin og skal fyrst spæla eitt hálvfinalu umfar. Hini liðini í hálvfinaluni eru Skúlin á Giljanesi, B68 2 og Tvøroyrar skúli. 

Vikuna undan, mikudagin 20. mars, var okkara 8. flokkur eisini suðuri í Vági og spældi skúlafótbólt. Tá spældi eitt dreingalið og eitt blandað lið seg víðari til finaludagin 2. mai. Okkara dreingir vunnu bólkin og skulu spæla finaluna ímóti dreingjunum í Vágs skúla. Í bólkinum "blandað lið" skulu vit eisini spæla ímóti Vágs skúla. 

Skúlin viđ Løgmannabreyt hevur sera nógv lið, sum hava spælt seg víðari til stóra finaludagin í Marghøllini, sum verður hósdagin 2. mai.

Vit gleða okkum at fara suður aftur.