SSP dagar

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 21.02.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í gjár hevði fólkaheilsuráðið ein fyrilestur í skúlanum, fyri næmingum í 7. flokki. Eisini vóru næmingar úr Hoyvíkar skúla, Eysturskúlanum, úr Kaldbaksskúla og Nólsoyarskúla til fyrilesturin.

Fólkaheilsuráðið hevði framløgu um ABC boðskapin :) Tey greiddu frá ABC fyri sálarliga heilsu, kropsligari heilsu og hvussu ein kann verða ein gerandishetja. Hetta var í sambandi við SSP dagarnar, eru í kommununi, har evnið er "ung og lívið" og lyklaorðið er "sálarligur trivnaður".