Føstulávint 2019

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 28.02.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Góðu næmingar og foreldur 

Føstulávintsmánadag
Føstulávintsmánadag 4. mars fara vit at sláa tunnu og at hugna okkum.

Vit ætla, at øll eru komin í skúla í seinasta lagi kl. 8.30, tí tá byrja vit so smátt at hita upp til tunnuslátturin. Stuttligt hevði verið, um øll eru í grýluklæðum. 

Tá ið vit hava sligið tunnurnar niður og funnið allar kattakongarnar og kattadrotningarnar, fara vit at eta bollar. Vit vilja heita á nøkur foreldur um at baka uml. 10-12 føstulávintsbollar ella vanligar bollar.  

Eisini fara vit upp á gólv og at avdúka ársins grýlur, umframt at kattakongar og kattadrotningar skulu heiðrast. 

Øll fáa frí kl. 11.20, tá fer 1. flokkur í frítíðarskúla. Næmingar í 2. og 3. flokki eru vælkomnir at verða í skúlanum til kl. 13.20, saman við lærarum. Frítíðarskúlin-/tilboðið til 2. og 3. flokk letur upp kl. 13.20.

Vónandi eru øll í góðum grýluhýri, so at vit aftur í ár fáa eitt gott, stuttligt, spennandi og ikki minst hugnaligt føstulávintshald, ið vit fara at minnast aftur á við gleði. 

Føstulávintstýsdag
Í hesum skúlaárinum er ein frídagur, sum skúlin kann leggja, og hava vit valt at leggja hann týsdagin eftir føstulávintsmánadag.

Føstulávintstýsdag er frítíðarskúlin opin fyri 1. - 2. fl. frá kl. 7.45 til 17.00. 

Mikudagin 6. mars síggjast vit aftur í skúla sum vanligt.