Ljóð í leiki

Skrivað hevur: Bogi

Útgivið tann: 11.02.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Nú kunnu næmingar, ið ganga í 1. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt, og
sum hava áhuga fyri at fáa tónleikaundirvísing í skúlatíðini, velja Ljóð í leiki.

Í høvuðsheitum er talan um blásiljóðføri sum floytu, saksofon og messingljóðføri.


Ljóð í leiki er eitt undirvísingarligt tónleikasamstarv millum Tórshavnar
Musikkskúla, Tórshavnar kommunu og Skúlan við Løgmannabreyt.

Tilboðið er skipað sum ein royndarverkætlan fyri skúlaárið 2019/20, men
miðað verður eftir, at tað verður afturvendandi á hvørjum ári og sum frá
líður í 1., 2. og 3. flokki.

Lesið meira á: http://www.svl.fo/?p=411