Opið hús

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 04.01.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Hósdagin 10. januar 2019 kl.17-18 hava vit opið hús í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Hetta er í sambandi við innskriving til fyrsta flokk skúlaárið 2019-2020, tað eru børn, ið skulu í skúla eftir summarfrítíðina.

Umframt innskrivingina verður kunnað um skúlan, skúlagongd, skúlatilboð, tónleikatilboðið "Litir í leiki", frítíðarskúla o.a.