Litir í leiki

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 19.12.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Nú kunnu næmingar, ið verða skrivaðir inn í 1. flokk í Skúlan við Løgmannabreyt, velja Litir í Leiki.

Litir í leiki er eitt samstarv millum Tórshavnar Musikkskúla, Tórshavnar kommunu og Skúlan við Løgmannabreyt.

Endamálið við verkætlanini er at bjóða børnunum í Hoyvík eitt skúlatilboð, har ljóðføris- og tónleikaundirvísing í víðastu merking er sameind við vanligu frálæruna í fólkaskúlanum og soleiðis verður dagligur partur av skúladegnum fyrstu skúlaárini.

Gransking vísir, at økt tónleikaundirvísing í fólkaskúla gevur nógvar fyrimunir. Gjøgnum tónleik læra børnini skjótari og betur enn vanligt, og menna motorisku evnini, konsentratiónina og harvið evnini at læra. Hetta verður gjørt við ljóðførislæru, hoyrilæru og sangi.

Afturat hesum menna tey, í samspælinum við onnur, evnini at lurta eftir hvørjum øðrum, at hoyra og síggja í verki týdningin av at lyfta í flokk og spæla saman.

Tilboðið er í fyrstu atløgu sett upp sum royndarverkætlan fyri skúlaárið 2019-2020, men miðað verður eftir, at tilboðið verður afturvendandi á hvørjum ári, og sum frá líður í 1., 2. og 3. flokki.

Sløg av ljóðføri
Í høvuðsheitum verða hesi blásiljóðføri bjóðað næmingunum: floyta, saksofon, trompet, trombon. Ljóðførini útvegar Musikkskúlin.

Gjald
Árliga gjaldið fyri tónleikaundirvísingina er 5000,- kr. og verður goldið í tveimum árligum avdrøgum.

Undirvísingarskipan
Undirvísingin er í skúlatíð og fylgir skúlaárinum. Einstaklingaundirvísing er eina ferð um vikuna. Bólkaspæl, hoyrilæra, sangur og teori er somuleiðis eina ferð um vikuna. Harumframt verður orkesturspæl og framførslur fýra ferð um árið.

So nú kunnu næmingar, sum verða skrivaðir inn í fyrsta flokk í Skúlan við Løgmannabreyt, velja Litir í Leiki.

Innskrivingarskjalið finna tit her.