Framhald av Mórugøtu

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 14.12.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun var framhald av søguni "tey í Mórugøta", fortald av kenda sjónleikaranum og skemtaranum, Jákup Veyhe, á skránni.

Allir næmingarnir sótu spentir og lurtaðu.

Eftir søguna og felagssangi við Birgit kom Oddvør Poulsen frá Beranum. Dagny Maria úr 4. flokki handaði Oddvør kekkin frá næmingunum. Næmingarnir høvdu savnað 27.583 kr uppá 2 tímar til tiltakið "Børn hjálpa børnum". Tað er sera flott. Vit vilja takka øllum tykkum, sum komu til tiltakið.  Oddvør takkaði fyri og greiddi næmingunum frá um Beran.