Jólafilmur í Norðurlandahúsinum

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 13.12.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mánadagin høvdu vit ein sera góðan fyrrapart í Norðurlandahúsinum.

Vit sóu filmin Polar Express. Næmingarnir dámdu sera væl filmin.

Tó var 3. flokkur í Norðurlandahúsinum týsdagin, tí tey vóru til flogbóltskapping í høllini á Hálsi mánamorgunin. Tey vunnu kappingina, so tey eru havnar meistarar fyri 3. flokkar. Í mars fara tey at kappast við aðrar økismeistarar í Føroyum.