Nú eru Jól

Skrivað hevur: Bogi

Útgivið tann: 12.12.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

“Nú eru Jól” er heiti á jólakonsert, ið Lívdin skipar fyir á Skúlanum við Løgmannabreyt. Konsertin verður leygarkvøldið 15. Desember, kl. 19.00

Kom og hoyri og upplivi hvat jólini snúgva seg um. Ein tónleikaferð gjøgnum jólaevangelii!

Við á konsertini eru nógvir góðir og ymiskir solistar at hoyra, eisini mannskór og barnakór umframt fantastiska húsorkestrið.

Konsertin er sera viðkomandi og hóskar til allar aldursbólkar.

 (dyrnar lata upp kl 18.00 og har er kaffi/te og okkurt afturvið. Ókeypis atgongd)

Verið vælkomin!