Jólamorgunsangur

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 12.12.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Til morgunsangin í gjáramorgun høvdu vit fína vitjan. Okkara kæri húsvinur, Niels Heðin, kom aftur í ár við harmoniku síni at spæla undir til jólasangin. Tað hevur hann so mangan gjørt.

Hesaferð sungu vit til vælljómandi harmonikutónar um jólamenn, jólavættrar, fittar nissur og hví tað man vera so hugnaligt jólaaftan. Ein føðingardagssang fingu vit eisini stundir at syngja fyri Anniku, Mariu og Lindu, sum tilsamans fyltu 144 ár í gjár.

Vit heiðraðu eisini okkara 3. fl., sum mánadagin vann Flogbørn-kappingina, og sum nú kann kalla seg “Havnarmeistarar”.

Takk fyri eina hugnaliga jólaløtu, Niels Heðin.