Emilja Højgaard vann stuttsøgukappingina á Glasi

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 11.12.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vit í skúlanum við Løgmannabreyt eru ógvuliga stolt av at frætta, at Emilja hevur vunnið stuttsøgukappingina á Glasi í ár, tí hon er ein av okkara.

Emilja gekk øll fólkaskúlaárini við Løgmannabreyt og tók fráfaringarroynd fólkaskúlans í summar.

Á heimasíðuni www.glasir.fo stendur at lesa, at tað hevur verið trupult at velja út vinnarar millum allar 42 stuttsøgurnar, ið komu inn til kappingina, hesa ferð kanska serliga, tí nógvar av søgunum líkjast rættiliga nógv bæði í evnavali og bygging.

Nógvar av søgunum vóru um svár viðurskifti í lívinum, eitt nú harðskap í parløgum, rúsevni, vansorgan og sex uttan samtykki. Eisini sinnistrupulleikar av ymsum slag var eitt gjøgnumgangandi evni.

Allar vinnarasøgurnar endurspegla evni, sum ungu rithøvundarnir leggja dent á.

Nakrir tekstir vóru ikki beinleiðis stuttsøgur, men framúr góðar hugleiðingar og áttu at fingið rúmd aðrastaðni, eitt nú í Jólaboð ella sum tíðargrein í dagbløðum.

Emilja Højgaard vann sum sagt fyrstu virðisløn fyri stuttsøguna Bundin.

Bundin er ein vælskrivað stuttsøga. Við strammum bygnaði og beinraknum myndamáli lýsir hon sálarkvøl og tvístøðu hjá ungari gentu. Sum lesari verður tú fangað frá fyrstu reglunum. Tú undrast á, hvør persónurin við løgna navninum Pavor er, og gerst áhugað í tvístøðuni, sum støðugt mennist og fær óvæntaða vend í síðstu reglunum.

Hetta er ein søga, ið ung í dag, sum mangan stremba eftir at liva upp til ytri krøv og at hava rættan atburð, óivað kunnu kenna seg aftur í.

Góða Emilja, hjartaliga til lukku við virðislønini.

Til ber at lesa stuttsøguna við at trýsta her.