Børn hjálpa børnum

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 28.11.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Innbjóðing til jólasølukafé í skúlanum við Løgmannabreyt fríggjadagin 30. novembur 2018 kl. 15-17

Góðu foreldur og avvarðandi

Næmingar og lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt hava í nøkur ár skipað fyri jólasølukafé, har ágóðin óskerdur er farin til góðgerandi endamál, og tað ætla vit at gera aftur í ár.

Foreldur og avvarðandi hava stuðlað tiltakinum ótrúliga væl við at møta upp og vísa áhuga fyri tí, ið børnini hava at selja og vísa fram. Fyritøkur, einstaklingar, stovnar og tónleikarar hava somuleiðis dugna okkum stak væl.

Yvirskipaða heitið á tiltakinum er broytt og eitur nú: "Børn hjálpa børnum".

  • Tað snýr seg um barnahendur, sum baka, skapa og geva
  • Tað snýr seg um at hjálpa og gleða onnur børn í Føroyum, sum hava tað trupult
  • Tað snýr seg um at rætta eina hjálpandi hond, har tørvur er á tí.

Í ár hava vit avgjørt, at ágóðin óskerdur fer til at stuðla arbeiðinum hjá "Beranum".

Í jólakaféini ber til at keypa sær kaffi, te, leskidrykkir, vaflur og annað gott fyri lítið og lætt. Ynskiligt er at øll hava hvør sín kaffikopp við, so vit eru við til at minka um plastiknýtsluna og at vit hugsa um umhvørvið. Tó hava vit eingangskoppar, um tú tíverri gloymdi at taka ein kopp við.

Somuleiðis selja vit jólaprýði, jóladekoratiónir, bakstur, bomm og mangt annað. Hetta eru alt lutir, sum børnini hava gjørt.

Sum altíð, so verður eisini søla av lutaseðlum, har góðir vinningar eru at vinna.

Gevið gætur: Minnist til at hava smápengar við tykkum ..... tað hevði lætt væl um :) 

Kunning um Beran: 
Berin er ein sorgarbólkur fyri børn og ung, sum hava mist mammu, pápa ella systkin.

Endamálið er at gera tað lættari hjá børnum og ungum at handfara sorgina við at práta um hana.