Greið frá tínum yrki

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 19.11.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mikudagin í farnu viku vóru okkara næmingar í 8. fl. til kunningarátakið “Greið frá tínum yrki”. Tiltakið var í Reinsarínum, Miðlahúsinum, Perluni og í øðrum hølum hjá kommununi í Tórsgøtu og har um leiðir.

Hetta er fjórða árið, at hetta átakið, ið varir tveir skúlatímar og sum er ætlað øllum 8. fl. í kommununi, verður fyriskipað. Eins og undanfarin ár eru tað feløg í Vinnuhúsinum í samstarvi við Yrkisdepilin og Tórshavnar kommunu, ið leggja dagin til rættis.

”Greið frá tínum yrki” er tiltak, har fólk frá handverksvinnuni og yrkislærd fortelja um sítt arbeiði, hvussu tað er at vera í læru og seinni at arbeiða sum sveinur ella yrkislærd. Eisini verður greitt frá fjølbroyttu møguleikunum, ið útbúgvingin og starvið hevur givið teimum.

Fakini, ið vóru umboðað hesaferð vóru: elektrikari, bilsmiður, kokkur, timburmaður, sniðgevi, hárfríðkan, rørsmiður, gartnari, málari, tænari/móttøka, krambúðarfólk og stálskipasmiður.

Kl. 9.40 møttu næmingar og lærarar í Reinsarínum til eina felags kunning. Síðani var farið í bólkum í eitt av teimum sjey framløguhølunum, har tvey yrkislærd greiddu frá í ein hálvan tíma um sítt arbeiði, og hví tey høvdu valt júst hesa starvs-/yrkisleið. Tá hesar framløgur vóru lidnar, skiftu bólkarnir høli og hoyrdu tvær aðrar framløgur.

Sostatt varð hvør næmingur kunnaður um fýra útbúgvingar og ikki um allar tólv, ið vóru umboðaðar. Ætlanin er, at tá næmingarnir koma aftur í skúla, skulu teir vitanardeila við sínar floksfelagar, hvat teir hvør sær hava upplivað og hoyrt.

Eitt endamál við hesum kunningarátaki hjá vinnufeløgunum er, at skúlaungdómurin fær eina fatan av og kunnleika um, hvat tað merkir at vera handverkari ella yrkislærd/-ur. Við framtíðini í huga er eitt annað mál sjálvandi at fáa enn fleiri ungdómar at fara í læru og sostatt fylla stóra tørvin, sum samfelagið hevur á handverkarum og øðrum yrkislærdum, og at vísa á, at tað finst ein ørgrynna av spennandi og gevandi lærlingaútbúgvingum.

Talið av lærusáttmálum hevur seinastu tíggju árini ligið ímillum 173 og 290. Í 2016 hækkaði tað uppí 318, og tað hækkaði eisini í 2017. Í fjør vórðu 360 nýggir lærusáttmálar gjørdir. Tað er umleið helvtin av einum ungdómsárgangi.