Til næmingar í Skúlanum við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 16.11.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Nú hevur tú høvið at festa tína søgu á blað og vera við í kappingini um at vinna bøkur til jóla.

Tú velur sjálv/ur heitið á søguni, hvussu nógv orð søgan telur, og um tú skrivar við hond ella á teldu.

Tær bestu søgurnar verða lisnar upp í Miðhøll.

Seinasta freist at lata søguna inn til kappingina er hósdagin 6. desember 2018 á skúlabókasavninum.

Minst til at skriva títt navn og flokk.