Norðurlendsk bókmentavika

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 12.11.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

12. - 18. november 2018

Í lýsingini í morgun byrjaðu vit í Skúlanum við Løgmannabreyt norðurlendsku bókmentavikuna, ið verður hildin eina ferð um árið - í viku 46, tá bókasøvn, skúlar og aðrir mentanarstovnar skipa fyri upplestri fyri børnum og ungum um morgunin og fyri vaksnum um kvøldið.

Hetta er triðja árið, at vit við Løgmannabreyt eru við í hesum ársins størsta upplestrartiltaki, har sama søga verður lisin samstundis í øllum Norður- og Baltalondum. Nýtt evni verður valt fyri hvørt ár, og í ár er evnið “Hetjusøgur”.

Vælumtókta bókin Handbók fyri superhetjur er vald til at lesa upp fyri børnum millum 5 og 11 ár. Bókina hava svensku Elias og Agnes Våhlund skrivað og myndprýtt.

Skúlastjórin, Høgni Joensen, sum eisini er gamal barnaútvarpsvertur, setti seg í sólarrisinum í morgun at lesa fyri næmingunum í 1. - 4. flokki. Hetta var ein góð morgunløta við tendraðum kertiljósum og hugnaligum palli. Í morgin fer Høgni aftur at lesa úr bókini.

Sí meira kunning um bókmentavikuna á heimasíðuni: http://www.bibliotek.org/fo/